DYSTIR
So er landskappingin í Flogbólti komin. Kappingin hjá ymisku liðunum verður komandi dagarnar løgd á síðurnar hjá einstøku liðunum her á síðuni. Kappingin í sínari heild er eisini at síggja á heimasíðuni hjá FBF (www.fbf.fo). Har verður eisini kunnað um møguligar broytingar.
Hjá Eik-liga verður skøtil settur á leygardagin 1. oktober. Bæði menninir og kvinnurnar hjá okkum leggja til brots á Tvøroyri, har mótstøðuliðið verður TB.
Vit síggja fram til eina góða og spennandi kapping hjá ollum liðum felagsins.





