Firmakappingin hjá Fleyr verður leygardagin 11. mai 2019 í Stórhøllini á Hálsi.
Byrjað verður kl. 10.00
Kostnaður 1.500 kr. pr. lið,
Luttøkugjaldið skal flytast a konto 6460-179.646.3 - viðmerkið lið
Tilmelding á fleyr@fleyr.fo
Tilmeldingarfreist 8. mai 2019.
Møguleiki verður at venja áðrenn kappingina.
Kappingar reglur:
Kappingin verður skipað í tveimum bólkum:
"Royndir amatørar" og "Glaðir amatørar".
"Royndir amatørar" eru lið, sum hava nakrar leikarar, sum hava spælt ella spæla flogbólt. Hvørt lið kann tó í mesta lagi hava ein leikara, sum hevur spælt flogbólt í bestu deildunum hjá kvinnum ella monnum kappingarárið 2018-2019.
"Glaðir amatørar" eru lið við spælarum við ongum ella avmarkaðum flogbóltsroyndum/evnum:) og lið, ið meta, at støðið ikki er til bólkin "Royndir amatørar". Lið, sum hava ein leikara, sum hevur spælt flogbólt í bestu deildunum hjá kvinnum ella monnum kappingarárið 2018-2019, kunnu ikki luttaka í bólkinum "Glaðir amatørar"
- Tvær kvinnur skulu vera á bananum
- Einans undirhondsserv
- Nethædd uml. 2.33 cm (millum kvinnu- og manshædd)
- Flúgvandi útskifting er loyvd (útskiftari kann koma inn hvørja ferð roterað verður)
Annars eru vanligar flogbóltsreglur galdandi.
Møguleiki er at venja týskvøldið 7.mai í Stórhøllini og hóskvøldið 9.mai í Gundalshøllini. Kostnaður 250 kr. pr. lið