Fleyr a hjá Gentum 14 fingu 3 sigrar á Sandi
Í dag var kappast hjá G14 (Bólki 2) á Sandi. Hat hittust: Fleyr a, B71 og Mjølnir b. B71 vann sín fyrsta sigur í bólkinum, tá ið tær vunnu 3-0 á Mjølnir b. Halda tær fram verður hetta ikki tann seinasti.
Hini liðini kundu onki gera við Fleyr. Fleyr vann allar 3 dystirnar rudduliga 3-0. Í dystunum sóu vit nógvar góðar servur, sum tær fingu vant í ríkiligt mát. Tillukku við sigrunum Fleyr.





