Fleyr kvinnur vunnu enn ein sigur og Drátturkappingin royndist væl
Í dag var KÍF á vitjan í Gundadalshøllini ímóti okkara kvinnum. Tað var ongantíð nakar ivi um úrslitið. Okkara vunnu ein greiðan 3-0 sigur.
Okkara fingu roynt ymiskar álops kombinatiónir, og eisini var høvið at royna ungu leikararnar í dystinum. Hjartaliga tillukku við sigrinum.
KÍF hevur eitt ungt lið, sum hevur góðar dygdir. Vit eiga at halda eyga við hesum liði komandi árini.
Drátturkappingin var eisini um vikuskiftið. Her vóru úrslitini góð: Bæði Gentur 14 og 16 struku avstað við gullinum. Kvinnuunglingarnir vunnu silvur og hava leikt seg í FM-finaluna, sum verður leikt á Tvøroyri seinni.
Vit høvdu tvey lið við Gentum 12. Bæði liðini leiktu seg víðari frá innleiðandi bólkaspælinum. Annað liðið leikti seg víðari til finaluumfarið og gjørdust nummar 2. Tillukku til tykkum allar.
Kids lið okkara høvdu eisini eina góða kapping í Sørvági. Her verður ikki leikt um plaseringar, men liðini kláraðu seg sera væl verður sagt úr Sørvági. Her eru nógv talent, sum komandi árini fara at gera okkum stolt av at vera "Fleyr" viðhaldsfólk.
Myndir frá kappingini koma seinni.





