HESAR FYRITØKUR
STUÐLA FLEYR

Elektron

Koyrilærarin
Benny Ejdesgaard

Føroya Keypsamtøka

J&K Betong







Fleyr - Mjølnir hjá kvinnum

Fleyr - Mjølnir 2-3 (24-26, 27-25, 25-21, 10-25, 13-15)

So hittust liðini aftur, sum so ofta áður. Fleyr og Mjølnir hjá kvinnum. Og dysturin bleiv júst líka javnur og spennandi sum so ofta fyrr. Heilt fitt av fólki hevði leitað sær í Gundadalshøllina í dag. Bæði klaksvíksfólk og havnafólk. Tað er altíð deiligt við nógvum fólki á síðulinjuni.

Mjølnir kom betur frá byrjan og legði seg lutfaldsliga klárt á odda í 1. setti. Við nøkrum góðum servum frá Rakul, komu vit inn aftur í settið, og lógu liðini stavn um stavn allan vegin. Eftir at vit høvdu misbrúkt ein settbólt, tók Mjølnir av og vann settið 26-24. Uhaaaa....

Í 2. setti vístu okkara framúr gott spæl. Kortini svaraði Mjølnir aftur við næstan líka góðum spæli teirra meðin meskarnar. Í 2. og 3. setti halda vit, at okkara vístu, at Fleyr hevur besta álopið í Eik-ligani, tá ið tað koyrir sum tað skal. Í hesum settunum vístu okkara, at tær hava nógvar streingir at leika uppá, og brúktu vit allar streingirnar hesa løtuna. Ein fragd at síggja, skal eg heilsa og siga.

4. settið lata vit fara framvið. Lat okkum siga sum var: Hetta settið vann Mjølnir 25-10..... Og so stóðu vit aftur í 5. setti.

Fleyr legði betur fyri og vann seg framum fyrsta partin av settinum. Men - sum altið - Mjølnir gav onki, og kempaðu tær um allar bóltar, og tað lønar seg altíð sum kunnugt. Mjølnir fór avstað við 5. setti, og harvið eisini við sigrinum í dag.

Sostatt er Mjølnir ósigra í Eik-ligaini higartil í ár, men enn eru nógvir dystir og nógv stig at berjast um. Og tað fara okkara at gera....

Longu komandi vikuskifti skulu vit hitta SÍ í Sørvági. Vit kenna kravið: Ein sigur. So longu nú vita vit, hvat komandi vikuskifti skal brúkast til... Komið so gentur og koyri á.

Í Kambsdali leika í løtuni Fleyr og ÍF hjá monnunum (byrjaði kl. 16:00). Henda dystarfrágreiðingin kemur seinni.





In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

KOMANDI DYSTUR Í EIK-LIGUNI

Kvinnur


Fleyr - ÍF

Sunnudagin 26. feb.
kl. 14.00
Gundadali

Menn


Mjølnir - Fleyr

Sunnudagin 26. feb.
kl. 16.00
Batmintonhøllin



FACEBOOK
«2012»Í dag«Feb»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29        
M T M H F L S