Fleyr - SÍ dystarfrásagnir
Fleyr - SÍ Eikliga kvinnur:
Tað var heilt fitt av fólki, sum høvdu leita sær niðan í Gundadalshøllina, har Fleyr tók ímóti SÍ bæði hjá kvinnum og monnum.
Angilie legði fyri hjá kvinnunum við góðum servum til 4-0 í 1. settinum. Eftir hetta kom stígur í og settið endaði við einum sigri til SÍ uppá 21-25. Hvat var nú til ráða at taka?
Í øðrum settið var tað SÍ, sum kom betur í gongd, men so settu okkara kvinnur í 5. gear. Við góðum móttøkum, varieraðum spæli og einari Anju í hopla, setti Fleyr SÍ uppá pláss við einum tryggum 25-18 sigri.
3. setti byrjaði gott og komu vit framum 10-6. Síðani fylgdust liðini upp til 18-14. Tá setti Anja og Guðrið (sum í dag leikti ein góðan dyst sum kantur) turbo á í álopsspælinum. Vit vunnu setti 25-18.
Halla byrjaði 4. setti við nøkrum sera góðum og varieraðum servum, og áðrenn vit varnaðust, hevði hon fingið okkum uppá 7-0. Eftir hetta einmansavrik steðgaði spælið upp, og SÍ otaði seg uppá javnleik 12-12. Hetta luktaði av einum 5. settara nú. Men Fleyr vildi tað ørðvísi! Sonja kom inn á vøllin og breyt góða stiman hjá SÍ við góðum móttøkum og einum reinum blokki! Angilie endaði sum hon byrjaði við nøkrum góðum servum og so stóð 25-13. Triði sigurin av trimum møguligum. Eitt stórt tillukku.
Fleyr - SÍ Eikliga menn:
Eftir sigurin seinasta vikuskifti ímóti Mjølnir var stórur spenningur um dagsins dyst. SÍ kom betur frá byrjan og løgdu seg á odda 5-11 í 1. setti. Eftir hetta tók Fleyr yvir við sera góðum álopsspæli og blokki. Eftir at verða komnir uppá 17-18, komu fleiri góðar og langar duellir, har SÍ tíverri dróg longra stráið, og vunnu teir settið 20-25.
2. sett var sera javnt, og fylgdust liðini allan vegin upp til 21-20. Suni hevði nakrar góðar servir, áðrenn Bjarki avgjørdi settið við einum vælplaseraðum smashi, og settið endaði 25-22. Dysturin minti um fyrra dystin.
Men so skuldi ikki verða. Í 3. setti komu vit ongantíð rættuliga ígongd, og vann SÍ hetta settið greitt 11-25. Sigast skal eisini, at SÍ leikti sera gott álopsspæl.
4. setti (sum tíverri eisini bleiv tað seinasta í hesum dystinum) bleiv heldur ikki rættuliga spennandi. Vit høvdu eina ringa byrjan (3-6) og komu ongantíð rættuliga uppímóti SÍ aftur. SÍ vann settið 19-25 og harvið dystin 1-3.
SÍ leikti væl í dag. Fyri at basa teirra álopsmaskinu, má blokkurin hjá okkum fáa fleiri bóltar enn í dag. Tá ið hann er komið uppá pláss, verður ikki stuttligt at verða fyri. Blívið bara við. Um 2 vikur verður Fleyrkappingin!!









