HESAR FYRITØKUR
STUÐLA FLEYR

Elektron

Koyrilærarin
Benny Ejdesgaard

Føroya Keypsamtøka

J&K Betong







Gentur 14 vunnu ímóti ÍF - enn einaferð

Fleyr a møtti í dag enn einaferð ÍF í Fuglafirði. Okkara vunnu greitt 3-0. Dysturin var eyðmerktur við at okkara gentur høvdu góðar servur. 1. sett byrjaði eisini við at Eva legði fyri við 7 góðum servum. Sóleyð helt fram, og áðrenn vit vistu av, var støðan 13-3! Settið endaði við 25-8.

Í 2. setti vóru okkara ikki heilt klárar og komu afturum 2-5. Síðani syrgdi Gunnbritt fyri at Fleyr kom afturíaftur við 7 góðum servum, til støðun 12-6. Magnhild endaði settið við 2 sera góðum smashum. So var settið liðugt - 25-22.

Í seinasta settinum sóu vit ein góðan blokk frá Súsannu L. Soleiðis skal tað avgreiðast! Eva, Katharina og Elisabeth løgdu síðani lunnar - við góðum servum - fyri einum tryggum 25-7 sigri í seinast settinum.

Tveir dystir tveir sigrar. Vit gleða okkum til næsta dystin.





In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

KOMANDI DYSTUR Í EIK-LIGUNI

Kvinnur


 

Menn






FACEBOOK
«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S