HESAR FYRITØKUR
STUÐLA FLEYR

Elektron

Koyrilærarin
Benny Ejdesgaard

Føroya Keypsamtøka

J&K Betong







Nýggj heimasíða hjá Fleyr

Flogbóltsfelagið Fleyr hevur seinastu tíðina arbeitt uppá at fáa tilevnað eina heimasíðu, soleiðis at lættari er hjá limum felagsins og øðrum áhugaðum at verða dagførd um ta virksemi, sum er i felagnum. Tað hava verið nógvar góðar kreftir ígongd fyri at fáa eina góða heimasíðu. Nú er hon so her. Tøkk fái tit fyri tað. 

Fyri at fáa eina góða og livandi heimasíðu krevst ein livandi skari av fólki, sum heldur síðuna við líka við góðum, viðkomandi og livandi tilfari. Tey, sum hava hug at verða ”tíðindafólk” fyri Fleyr, eru hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við nevnd felagsins. Á síðuni er ymiskt tilfar at síggja sum venjingartíðir, venjarar, lið og komandi dystir/tiltøk. Eisini er ætlanin at koma við ferskum dystarfrágreiðingum frá dystunum. 

Um tit hava tilfar og/ella viðmerkingar til nýggju síðuna, eru tit vælkomin at senda hetta til fleyrflogbolt@gmail.com. Sum tað sæst undir venjarar byrjar venjingin til komandi kappingarár í viku 33. Tilmeldingin verður týsdagin 16.09 í tíðarskeiðnum kl. 16:00 – 18:00. Longu 20.08 skipar Fleyr fyri fyrsta tiltakinum í hesum kappingarárinum. Tá verður skipað fyri skeiði um Kidsflogbólt. Hetta skeið er fyri allar venjarar í yngru deildunum hjá øllum flogbóltsfeløgum í Føroyum. Tiltakið er nærri lýst aðrastaðni á síðu felagsins og á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum www.fbf.fo. 

Tað er okkara vón, at henda heimasíða verður eitt hent amboð hjá felagnum og limum tess – flogbóltinum at frama. 

Vinarligar heilsanir 
Nevndin í Fleyr




In order to see this content you will have to install Flash Player, or turn 'on' java script support of your browser.

KOMANDI DYSTUR Í EIK-LIGUNI

Kvinnur


 

Menn






FACEBOOK
«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S