Tað vóru 1 tað vóru 2 tað vóru 3 tað vóru 4 steypavinnarar
Í dag skrivaði Fleyr søgu við at vinna 4 steypafinalur hjá yngru liðunum.
Vit fóru umboðaði í 4 av 6 steypafinalum. Og ikki kann sigast annað enn at leikarar okkara tóku av tilboðnum. Liðini gjørdu slætt borð og fóru avstað við øllum fýra steypunum.
Fyrst vóru tað kvinnuunglingarnir, sum vunnu ein greiðan 2-0 sigur á Mjølnir. Teimum á baki komu mansunglingarnir, sum somuleiðis vunnu 2-0 á TB.
Bæði hjá Gentum 16 og 14 gjørdist kappingin í so spennandi fyri okkum áskoðarar. Men, tá ið avtornaði lógu okkara omaná og vunnu.
Gentur 16 vunnu 2-1 á ÍF, meðan Gentur 14 somuleiðis vunnu 2-1 á Drátti. Báðir dystirnir vóru sera spennandi og javnir, men vístu okkara neyðuga dirvi í avgerandi løtunum.
Myndir fara at koma seinni, men á www.fbf.fo, er møguligt at síggja myndir frá væleydnaðu steypafinalunum.
Sigrarnir vóru hátíðarhildnir í Fleyrhølinum, har borðreitt bleiv við Pizza.
Eitt stórt tillukku til allar leikararnar, venjarar og okkum øll í FLEYR





