
Venjaraskeið fyri venjarum at yngru liðunum
Venjaraskeið verður hildið í Tórshavn í døgunum 27.08 - 28.08.2011. Skeiðið er ætlað teimum, sum venja børn í aldrinum upp til 13 ár.
Skeiðshaldarin er danin Petur Morell, ið er í starvi hjá Dansk Volleyball Forbund sum ráðgevi og skeiðshaldari fyri at menna flogbótin í Danmark. Skeiðið er ætlað øllum venjarum, sum venja henda aldursbólk. Skeiðið er ætlað venjarum við og uttan royndum í venjarayrkinum.
Skeiðið verður skipað í tøttum samstarvi við Flogbóltssamband Føroya og hini flogbóltsfeløguni í Føroyum. Vónandi verður tiltakið væl móttikið av feløgunum.





