
Venjaraskeið í Kidsvolley 27. og 28. august
Til øll flogbóltsfeløgini
Sum áður fráboða skipar Fleyr fyri venjaraskeiði í Kidsvolley 27. og 28. august 2011 í Gundadalshøllini.
Instruktørur verður Peter Morell. Peter er maðurin aftanfyri Kidsvolley. Hann er sera kveikjandi og entusiastiskur, so tað er bara at seta x í álmanakka seinasta vikuskiftið í august, og fáa íblástur til eina flúgvandi byrjan upp á nýggja kappingarárið.
Skeiðið er skipað í tveimum. Leygardagin er Kidsvolley á level 0-2 á skránni. Sunnudagin er tað level 3-5. Tað ber til at tekna seg til annan ella báðar dagarnar. Leygardagin verður skeiðið frá kl. 9.00 - 17.00 og sunnudagin frá kl. 8.30 - 15.00
Kostnaður fyri skeiðið er kr. 800,00 fyri ein dag og kr. 1.400,00 fyri báðar dagarnar. Íroknað er matur og bøkurnar: Kidsvolley grundbog og 1001 øvelser til Kidsvolley.
Áhugaðu kunnu tekna seg til skeiðið við at ringja/skriva til Christinu ella Hjørdis.
Christina Nolsoe: christina.nolsoe@skulin.fo, tlf. 289657
Hjørdis Højsted: gmg@kallnet.fo, tlf. 286302
Peningurin skal flytast á konto í Banknordik: 6460-430.726.9
Eru spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til Christinu ella Hjørdis
Blíðar heilsanir
Vegna Fleyr
Christina Nolsøe og Hjørdis Højsted





