STUÐLAR
Fleyr hevur ígjøgnum árini havt nógvar og góðar stuðlar. Í ár hevur felagið hesar stuðlar:
Føroya Keypssamtøka
FK hevur stuðla Fleyr kappingunum (FK-kappingunum) ígjøgnum nógv ár. FK-kappingin verður hildin um mánaðarskifti oktober/november
Menta
Stuðlar Eik-liga liðunum
Nema
Stuðlar Gentum 14 og 16.
J & K Betong
J&K Betong hevur stuðla yngru liðunum ígjøgnum fleiri ár
Elektron
Elektron hevur verið stuðul av árligu firmakappingini, sum verður hildin fyrst í mai
Koyrilærarin - Benny Ejdesgaard
Benny stuðlar gentum og dreingjum 16 ár og kvinnu- og mandsunglingunum
Fleyr fer at takka stuðlunum fyri fyrimyndarligt samstarv. Uttan tykkara stuðul, vildi ungdómsarbeiðið felagsins ikki latið seg gjørt. Fleyr heitir á limir felagsins um at stuðla teimum, sum stuðla okkum.
Flogbóltsfelagið Fleyr er í einari støðugari tilgongd at finna enn fleiri samstarvspartar.





