Flogbóltsfelagið Fleyr

GG! Heimasíðan er í ger

Vælkomin til tilmeldingarskipanina hjá Fleyr 

 

Her kanst tú melda teg í felagið, rinda limagjald og dagføra upplýsingar.  

Limagjaldið er ymiskt fyri ymisku aldursbólkarnar og deildirnar.

Kostnaðurin stendur á tilmeldingaryvirlitinum.

Tá tú hevur meldað til, fært tú ein teldupost frá skipanini sum váttan fyri tilmeldingina og rokning fyri limaskapin.

 

Systkinaavsláttur: 

Um fleiri systkin undir 18 ár eru limir, rindar elsta systkinið fullan prís, og so verður latin systkinaavsláttur á 150 kr fyri yngru systkini.

Fyri at fáa systknaavsláttur skalt tú melda tað yngsta barnið til tað liðið, sum barni skal spæla á, og meðan tú enn ert logga in, skalt tú eisini melda barni til "liðið" Systkinaavsláttur. Tú fært so eina kreditnota upp á 150 kr.

Tá ið tú skalt rinda limagjaldið, so skal tú gjalda tað, sum liðið kostar minus 150 kr.

Dømi: tað kostar 800 kr fyri limagjaldið og systkinaavslátur er 150 kr, og tá skal tú gjalda 650 kr.

 

Vit ynskja tær eitt gott flogbóltsár.