Viðtøkur

Viðtøkur

fyri

Flogboltsfelagið Fleyr

Navn og heimstaður:

Grein 1.

Felagsins navn er Flogboltsfelagið Fleyr.

Heimstaður felagsins er Gundadalur 2, 100 Tórshavn.

Endamál:

Grein 2.

Endamál felagsins er at íðka og fremja flogbolt í Tórshavnar kommunu.

Limaskapur:

Grein 3.

Felagið nýtir tær leiklógir, sum galdandi eru fyri International Volleyball Federation og flogboltsambandið.

Ein og hvør kann vera limur í felagnum, sum lúkar tær treytir, ið nevndin, ella aðalfundurin fyrisetur, t.d. skal limurin altíð fara væl um ognir felagsins og ikki standa í eftirstøðu, hvat limagjaldinum viðvíkir.

Limagjaldið:

Grein 4.

Limagjaldið verður ásett av nevndini.

Limagjaldið verður kravt inna árliga. Er limur í eftirstøðu í meiri enn ein mánað, kann felagið uppsiga limaskapin.

Skipan av deildum:

Grein 5.

Felagið er skipað í vaksnamannadeild og barna- og ungdómsdeild.

Tekningarregla:

Grein 6.

Felagið verður teknað av formanni og einum nevndarlimi ella 3 nevndarlimum saman.

Felagsarbeiði:

Grein 7.

Limirnir hava skyldu til eina og hvørja tíð at stuðla arbeiði felagsins, sum eisini fevnir um at stuðla Tórshavnar Ítróttarráði.

Skipan felagsins:

Grein 8.

Starvsnevndin

5-7 nevndarlimir, miðjast skal altíð ímóti 7 nevndarlimum.

Undirnevndir

Kappingarnevnd

Trivnaðarnevnd

Venjaranevnd

Sponsornevnd

Ungdómsnevnd

Aðalfundur:

Grein 9.

Aðalfundur verður hildin áðrenn mars mánaður er farin.

Aðalfundurin er hægsti mynduleiki felagsins.

Dagsskrá:

  1. Val av orðstýrara

  2. Formansfrágreiðing

  3. Framløga av ársroknskapi til góðkenningar

  4. Innkomin mál

  5. Val av starvsnevndarlimum, tiltakslimum (2), nevndarlimum til undirnevndir, sum aðalfundurin ger av at manna

  6. Ymiskt

Boða verður til aðalfund minst 14 dagar áðrenn ásettan fundardag, við lýsing á heimasíðu felagsins, sosialum miðlum, við teldubrævið, í blaði, ella á annan fullgóðan hátt, sum nevndin avger. Fundurin hevur avgerðarrætt uttan mun til tal av uppmøttum limum. Vanligur meirluti er galdandi, tó krevst 2/3 av uppmøttum limum í meirluta um lógarbroyting skal fremjast.

Uppskot, sum ikki eru nevndini í hendi seinast eina viku áðrenn aðalfundin, kunnu ikki koma til viðgerðar.

Hetta er ikki galdandi fyri uppstilling av valevnum.

Starvsnevndin er samansett av :

formanni

næstformanni

kassameistara

umboðsmanni

3 nevndarlimum

Nevndarlimirnir verða valdir annaðhvørt ár, soleiðis at annaðhvørt ár standa 4 fyri vali og annaðhvørt ár standa 3 fyri vali. Nevndin skipar seg sjálv.

Um tað eru líkatal av nevndarlimum, hevur formaðurin tað avgerðandi atkvøðuna.

Atkvøðugreiðslan fer fram við honds upprættan.

Atkvøðurætt á aðafundi hava allir limir, sum ikki eru í eftirstøðu í limagjaldinum til felagið.

Leiðsla:

Grein 10.

Starvsnevndin hevur yvirskipaðu ábyrgdina og leiðsluna av felagnum.

Nevndin heldur fund, so ofta hon heldur tað vera neyðugt. Nevndin er viðtøkufør, tá ið 5 nevndarlimir eru á fundi

Undirnevndirnar hava dagligu leiðsluna av teimum ávísu økjunum í felagnum um hendi og hava avgerðarrætt í øllum spurningum, sum ikki nýtast at koma fyri í starvsnevndini/aðalfundi.

Eykaaðalfundur:

Grein 11.

Eykaaðalfundur kann vera hildin um 10 limir ella 3 nevndarlimir ynskja hetta. Fráboðað skal verða til eykaaðalfundar 14 dagar áðrenn ásettan fundardag, sum verður lýstur á heimasíðu felagsins, sosialum miðlum, við teldubrævið, í blaði, ella á annan fullgóðan hátt, sum nevndin avger. 

Gerðabók:

Grein 12.

Gerðabók verður førd yvir virksemi í felagnum.

Roknskaparárið:

Grein 13.

Roknskaparárið er álmanakkaárið.

Avtøka av felagnum:

Grein 14.

Felagið kann bert avtakast á einum aðalfundi um í minsta lagi 2/3 av limunum eru fyri hesum.

Er ikki neyðugi meirilutin av limum á fundi, kann nevndin kalla inn til eykaaðalfund, har felagið kann verða tikið av, um 2/ 3 av givnum atkvøðum eru fyri, líkamikið hvussu nógvir limir eru møttir.

Um felagið verður avtikið, fella ognir tess til Flogboltssambandið.

Viðtikið á eykaaðalfundi, tann 16. feb. 2004

Broyttar á aðalfundi tann 19. apríl 2017

Broyttar á aðalfundi tann 28. Apríl 2021

Broyttar á aðalfundi tann 14. Mars 2023